Uttanlands

Danskur stórreiðari noktar seg sekan

Rættarmálið móti Henning Kjeldsen tikið uppaftur

Gitte Henning (Savnsmynd)

Gitte Henning (Savnsmynd)

2021-09-23 11:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Danmark er stóra rættarmálið móti stórreiðaranum Henning Kjeldsen tikið uppaftur í rættinum í Holstebro eftir ein longri støðg.

Reiðarin, sum millum annað eigur stóra uppsjóvarskipið Gitte Henning, sum er í gerð í løtuni, er ákærdur fyri at hava vunnið fleiri hundrað milliónir krónur upp á fiskakvotur við hjálp av sonevndum strámonnum. Kvotur, sum hann sambært bakmansløgregluni, ikki hevði rætt til at brúka.

Ákærumyndugleikin krevur, at Henning Kjeldsen og sjey mans, sum eru undir illgruna at vera strámenn, skulu rinda 223 milliónir krónur aftur.

Men hesum er verjin hjá Henning Kjeldsen ósamdur í.

- Uppgerðirnar hjá ákæruvaldinum eru eftir okkara meting fongdar við so stórum feilum og manglum, at tær ikki kunnu liggja til grund fyri hvørki krav um bót ella konfiskasjón, segði Olaf Koktvedgaard á rættarfundi í Holstebro í dag.

Umframt konfiskasjón og bót er Henning Kjeldsen eisini í vanda fyri at missa loyvið at reka vinnuligan fiskiskap.

Sjálvur sigur Henning Kjeldsen seg vera ósekan í ákærunum. Væntandi fellur dómur í november, skrivar Danmaks Radio. 

placeholder
placeholder