placeholder
Innanlands

Danskt uppsjóvarskip landar makrel til Pelagos

Danska uppsjóvarskipið Asbjørn kom í morgun á Fuglafjørð við 1.500 tonsum av makreli

Asbjørn (Savnsmynd: Preben Andersen)

Asbjørn (Savnsmynd: Preben Andersen)

2023-11-05 11:22 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Asbjørn, úr Hirtshals, kom í morgun á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.

Asbjørn hevur verið á makrelveiðu bretskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Veiðan - 1.500 tons, verður landa til Pelagos í Fuglafirði.

Eitt annað danskt uppsjóvarskip, Beinur, er ávegis á Tvøroyri at landa. Júst hvussu nógv teir hava vita vit ikki, men eisini Beinur hevur verið á makrelveiðu í bretskum sjógvi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder