Innanlands

Borgarin og Hoyvík skulu landa makrel í Fuglafirði

Bæði skipini hava fiskað makrel í norskum sjógvi

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-10-20 21:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Borgarin og Hoyvík skulu landa ávíkavist 400 og 200 tons av makreli til Pelagos í Fuglafirði.

Borgarin kom á Fuglafjørð seinnapartin í dag, har teir skulu landa til Pelagos, og síðan skal Hoyvík landa sína last. 

Talan er um góðan makrel, sum verður landaður til matna hjá uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði.

Helst fara bæði skipini aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.

Føroysku skipini hava umleið 70.000 tons eftir av føroysku makrelkvotuni fyri í ár. 

[object Object]Hoyvík - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson) 

placeholder
placeholder