2025-09-11 11:36

Uppsjóvarskipið Borgarin fór aftur til fiskiskap í nátt áftaná at hava landað til Pelagos.
Borgarin hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi, har hini skipini eisini royna, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan, sum var 350 tons av makreli, bleiv landað til matna hjá Pelagos.
Borgarin varð liðugur at landa í nátt, og fór aftur á makrelveiðu tá ið liðugt var at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald