placeholder
Innanlands

Borgarin fingið eyðkenda JFK litin

Borgarin hevur seinastu tíðina ligið á Skála, og hevur nú fingið eyðkenda JFK litin

Borgarin hevur seinastu tíðina ligið á Skála, har skipið millum annað er málað (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Borgarin hevur seinastu tíðina ligið á Skála, har skipið millum annað er málað (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2023-10-31 19:12 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin, hjá JFK í Klaksvík, hevur seinastu tíðina ligið á Skála, har skipið eitt nú er málað, og ymiskt viðlíkahaldsarbeði er gjørt við skipið.

Borgarin er annað uppsjóvarskipið hjá JFK, og bleiv keypt til Føroyar í februar í 2017.

Arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, og skipið verður liggjandi eina tíð aftrat.

Flestu uppsjóvarskipini bíða eftir at sildafiskiskapurin tekur seg upp, og nøkur heilt fá eru á svartkjaftaveiðu.

[object Object]Soleiðis sá Borgarin út tá ið skipið kom í føroyska flotan, og hevur skipið havt somu litið til fyri kortum. (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder