Ongin menningarkvota til mest ambitiøsu menningarætlanina í Føroyum í nýggjari tíð. Eitt nýmótans og framtíðartryggjað surimivirki, sum veruliga vildi virðisøkt svartkjaftin. Eitt tilfeingil, sum vanliga er farið í kvørnina.
Tað sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, í viðmerking nú menningarkvoturnar loksins eru útlutaðar.
Hann undrast á at Varðin Pelagic ikki hevur fingið part av menningarkvotunum.
- Økið hevur minkandi fólkatal, hægsta arbeiðsloysi og nevnda verkætlanin stuðlar undir virðisøking á staðnum, grundgevur Bjarni Hammer við.
- Spennandi verður at vita um økini sum fáa kvoturnar uppfylla settu treytirnar í lógini enn betur, sigur tingmaðurin.
Tilsamans vóru útlutað 33.530 tons av svartkjafti, 7.875 tons av makreli og 6.759 tons av sild. Í alt fingu níggju feløg útlutað menningarkvotu.
Les eisini: Størsti parturin fór til Vestmanna og Vágar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald