Innanlands

Beinur landar makrel á Tvøroyri

Danska uppsjóvarskipið Beinur kom á Tvørpyri í dag við 500 tons um av makreli

Beinur (Savnsmynd: EMS Photo)

Beinur (Savnsmynd: EMS Photo)

2023-11-05 19:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Beinur kom á Tvøroyri fyrrapartin, har skipið skal landa makrel.

Beinur hevur verið á makrelveiðu í bretskum sjógvi, og við til lands hevur skipið 500 tons, sum verður landað til Varðan Pelagic.

Upplýst verður at støddin liggur um 420 gramm, og tá ið Beinur hevur landað verður farið aftur á makrelveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder