placeholder
Innanlands

Beautemps-Beaupré vitjar aftur í Føroyum

Hetta er aðru ferð at franska havrannsóknarskipið kemur til Føroya

Beautemps-Beaupré

Beautemps-Beaupré

2018-08-22 16:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósmorgunin 23. august kemur franska havrannsóknarskipið, Beautemps-Beaupré, á Havnina. Hetta er aðru ferð skipið kemur til Føroya í sambandi við sínar rannsóknarferðir.

Beautemps-Beaupré ger serliga kanningar av alisfrøðiligu og evnafrøðiligu viðurskiftunum í havinum so sum saltinnihaldi, hitastigum og útskifting og kanningar av havjarðfrøðiligum slagi. Høvuðsendamálið er kortlegging og dagføring av sjókortum – til almenna nýtslu til sigling sum heild. Skipið hevur heimstað í Brest. Skipið hoyrir til franska herflotan eins og manningin, sum telur umleið 30 fólk. Men granskaraliðið, sum telur eini 20 fólk, er knýtt at hydrografiska stovninum SHOM (Service hydrographique et océanographique de la Marine).

Kapteynur er 42 ára gamli, kommandanturin, François Lagrange, frá Brest, útbúgvin á flotayvirmannaskúla í Brest, l’Ecole Navale, og við sergrein í kannónum og skotvápnum. Í sambandi við vitjanina, kemur umboð fyri verjudeildina hjá fronsku sendistovuni í Keypmannahavn eisini til Føroya.

Meðan skipið liggur í Føroyum, verða nakrar kurteisivitjanir í landi eins og umboð fyri myndugleikar í Føroyum eisini vitja umborð.

Beatemps- Beaupré fer avstað aftur mánamorgunin 27.august, skrivar Hanna Jensen, konsul fyri Frakland í tíðindaskrivi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder