Innanlands

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum verður leygardagin

18. oktober skipar skúlaskipið Dragin aftur fyri fiskikapping

Vinnarar frá í fjør

Vinnarar frá í fjør

2025-10-15 19:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 18. oktober.

Veðurforsøgn frá Veðurstovu Føroya sigur í løtuni: Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, sólglottar og yvirhøvur turt. Streymurin tekur til, men verður tó ikki av tí harðasta, so fortreytirnar fyri eina góða fiskikapping átti avgjørt verið til staðar.

Bátarnir loysa um áttatíðina og skulu verða aftur klokkan 17. Luttakararnir fáa góða heita suppu, tá teir hava avreitt, og síðani verður steypahandan til vinnararnar.

Kunning og treytir

  • Tað einki aldursmark.
  • Í minsta tveir persónar skulu vera við hvørjum báti.
  • Tað er ókeypis at luttaka.
  • Seiður og kongafiskur telur ikki við í kappingini.
  • Tað er ikki loyvt at fiska framvið aliringum.
  • Mynstring til kappingina fer fram á Varpabrúnni frá klokkan kl. 7.30.
  • Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17.00.
  • Veiðan løgd upp við NFCS.
  • Vinnarar eru teir bátar, ið hava fiska mest kg pr. persón.

Størsti fiskur er longsti fiskur í cm.

Góðir vinningar
Aftur í ár verða sera góðir vinningarnir latnir:

  • Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
  • Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
  • Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS)

Størsti fiskur (í longd): Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS )

Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, ið ikki gerast millum vinnararnar - Vinningur: Ein gávukekkur á 2.000 kr. (JFK/GADUS )

Inntøkan av søluni fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum Dragin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder