Innanlands

Arctic Voyager landar svartkjaft í Fuglafirði

Arctic Voyager landar í løtuni 1.800 tons av svartkjafti til Havsbrún

Arctic Voyager (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Arctic Voyager (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-02-15 09:09 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager kom á Fuglafjør í gjár, har skipið skal landa 1.800 tons av svartkjafti.

Arctic Voyager hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin skal landst til ídnað.

Svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

Arctic Voyager fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder