Innanlands

Arctic Voyager fekk um skrúvuna og maður á Nærabergi skar seg í hondina

Brimil sleipaði um vikuskiftið uppsjóvarskip og tók mann av einum øðrum skipi við til lands

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-18 20:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brimil fekk úr at gera fríggjadagin. Skiparin á Arctic Voyager ringdi, og bað um sleip, tí teir høvdu fingið bellin, eitt stykki á trolinum, um síðiskrúvuna. Netið lá soleiðis, at hann tordi ikki at kobla í og sigla sum vanligt, tí vandi var fyri, at tað kom um høvuðsskrúvuna eisini.

Tað skrivar Vørn á heimasíðuni.

Á veg út til Arctic Voyager, sum var staddur suðuri móti enska markinum á svartkjaftaveiðu, var brúk fyri hjálp umborð á Nærabergi. Skiparin á Nærabergi ringdi til Brimil, og bað um at fáa ein mann við inn, tí hann hevði skorið seg í hondina.

Avgjørt varð at sleipa móti Havnini, so skaddi maðurin kundi koma undir læknahond, og í gjárkvøldið kom Brimil á Nólsoyarfjørð við Arctic Voyager. Skaddi maðurin varð sigldur inn við arbeiðsbátinum hjá Brimli, meðan tað tók eina løtu at fáa Arctic Voyager at bryggju.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Kavarar hava skorið av skrúvuni, og Arctic Voyager liggur nú á Tvøroyri, har veiðan skal landast. Teir høvdu 700 tons av svartkjafti.


placeholder
placeholder