Innanlands

Arctic Viking skal landa tosk í Klaksvík

Arctic Viking skal landa umleið 600 tons av toski í Klaksvík, sum er fiskaður í Barentshavinum

Arctic Viking (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Arctic Viking (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-11-01 08:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroyski trolarin Arctic Viking, sum JFK í Klaksvík eigur, kemur á Klaksvík seinni í dag, har skipið skal landa tosk.

Arctic Viking hevur verið á toskaveiðu í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Arctic Viking fiskar bæði rækjur og tosk, og JFK keypti trolaran frá reiðarínum Líðin í Kollafirði, og keypti samstundis kvoturnar eisini.

Síðani tá hevur skipið landa toskin í Klaksvík, og siglt út frá Klaksvíkini í munn til Kollafjørð, har skipið fyrr plagdi at landa veiðuna.

Sjúrðarberg, sum JFK eisini eigur, loysti av Klaksvík í gjár, og hevur sett kós móti Barentshavinum.

Nýggi Gadus, sum JFK júst hevur latið byggja í Turkalandi, er farin til fiskiskap, og fiskar í norskum sjógvi, har verksmiðjan skal roynast, og møguliga stillast um tørvur er á tí, sum ikki er óvanligt tá ið talan er um nýggj skip. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder