Frystitrolarin Arctic Viking siglir heim at landa, og er síðsti trolarin, sum hevur roynt í Barentshavinum í ár.
Arctic Viking hevur fiskað í loynikrókinum, men fiskiskapurin hevur verið sera smáligur.
Arctic Viking byrjaði túrin 19. oktober.
Talan er um ringastu tíð til rækjufiskiskapiin, sum er frá oktober til februar, men av tí at aðra kvotu til rækjufiskiskap er eingin annar møguleiki.
Arctic Viking skal landa í Nrorðhavnini komandi hósdag.
Seinastu árini hevur Arctic Viking hjálp at fiska toskakvotuna hjá JFK, men nú klárar Gadus at fiska kvotuna einsamallur, og tí tekur Arctic Viking sær av rækjupartinum.
Skipini hava ikki kvotur í loynikrókinum, men av tí at fiskiskapurin hevur verið so smáligur seinastu tíðina valdu teir at koma heim at halda jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald