Innanlands

Arctic Viking er farin aftur á toskaveiðu

Arctic Viking hevur júst landað 630 tons av toski í Kollafirði

Arctic Viking loysti av Kollafirði í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Arctic Viking loysti av Kollafirði í gjár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-17 23:53 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Rækjutrolarin í Kollafirði, sum seinasta túr hevur fiskað tosk í Barentshavinum, loysti aftur av Kollafirði í gjár.

Bjarni Petersen, skipari sigur, at teir hava fingið umleið 600 tons av toskakvotu frá JFK, og at teir nú hava sett kós móti Svalbard, har kvotan skal fiskast. 

Arctic Viking loysti av Kollafirði um middagsleitið í gjár, og við eru 19 mans.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder