placeholder
Innanlands

Gongur framá at gera Emerald kláran til fiskiskap

Seinastu tíðina hevur Emerald verið til fiskiskap í norskum sjógvi, har arbeitt hevur verið við at fáa skipið heilt liðugt

Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-11-01 14:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Emerald kom til Føroyar fyri fyrstu ferð tann 13. juli tá ið skipið kom sum nýbygningur úr Turkalandi.

Skipið lá síðani eina tíð á Havnina, har ymiskt bleiv gjørt umborð, av tí at skipið ikki var heilt liðugt tá ið tað kom til Føroya.

Emerald fór síðani til fiskiskap síðst í september, og skuldi skipið til Norra, har fólk skuldu umborð og við út á feltið, og syrgja fyri at fáa alt liðugt.

- Tað gongur gott, og skipið riggar væl, men vit arbeiða enn við at fáa hotellið heilt liðugt, sigur Jákup Joensen, sum er annar av skiparunum við Emerald.

Tað er inni í sjálvum hotellinum, at trupulleikarnir eru, men hetta er ikki óvanligt tá ið talan er um nýggj skip.

- Tað eru altíð onkrar tillagingar tá ið talan er um nýggj skip, so hetta er einki óvanligt, sigur Jakup Joensen víðari í samrøðu við fiskur.fo.

Hotellið er har, sum støddirnar av fiski verða flokkaðar, soleiðis at fiskurin verður javnt deildur eftir stødd. Tá ið rúmið á hotellinum síðani er fult, fer fiskurin á plattarnar. 

Emerald er útgjørdur til at fiska bæði rækjur og botnfisk, og tað er tí at alt hetta skal fáast uppá pláss áðrenn skipið endaliga kann kallast liðugt, og arbeiðið gongur framá, sigur Jákup Joensen. 

Emerald er bygdur á Tersan skipasmiðjuni í Turkalandi, har eisini nýggi Gadus er bygdur.

Skipini eru eisini bæði teknaði av Skipsteksnisk í Noregi, men størsti munurin er yvirbygningurin á trolarunum, har Gadus hevur eitt heilt annað snið enn Emerald. Eisini er Gadus eitt lítið vet longri og breiðari.

Í løtuni eru tað seks trolarar, sum eru knýttir at Barentshavinum. Talan eru um Akraberg, sum bleiv handaður Framherja í fjør, Emerald og Gadus, ið báðir eru komnir í flotan innanfyri seinastu fýra mánaðirnar. 

Umframt hesi nýggju skipini, so eigur reiðaríið aftanfyri Emerald eisini Enniberg meðan JFK, sum eigur Gadus, eisini eigur Sjúrðarberg og Arctic Viking. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder