Innanlands

Anru hevur landað í Havn

Anru hevur landað umleið 50.000 pund í Havn

Anru (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Anru (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-07-10 07:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línubáturin Anru hevur landað veiðuna í Havn, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.

- Vit hava roynt í tvey døgn á Føroya Banka, og vit hava umleið 45-50.000 pund, har nógv tað mesta av veiðuni er toskur, sigur gundur A. Sørensen, skipari, sum leggur aftrat at knapt 34.000 pund er toskur.

Anru verður nú liggjandi á Havnini í nakrar dagar, og fer aftur til fiskiskap sunnudagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder