Sp/f 20.10.2025 hevur yvirtikið 20 prosent av partapeninginum í Sp/f 31.01.2011, sum rekur línuskipið Sandshavið.
Tað skrivar Kappingareftirlitið á heimasíðu síni.
Sp/f 20.10.2025 er felag, ið føroysku eigararnir í Sp/f Ango hava stovnað til endamálið.
Felagið varð stovnað, av tí at Vørn ikki góðtók, at Sp/f Ango yvirtók partapeningin í Sp/f 31.01.2011, orsakað av útlendskum eigarum í Sp/f Ango.
Danska reiðaríið Asbjørn A/S eigur 25% av Sp/f Ango. Asbjørn A/S eigur danska uppsjóvarskipið við sama navnið, og er tað familjan Magnussen, sum eigur reiðaríið Asbjørn A/S.
Yvirtøkan er fráboðað til Kappingareftirlitið, tí talan er um broyting í eigaraskaranum í einum felagi við felagsræði, skrivar Kappingareftirlitið á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald