2018-08-07 21:01
Í góðveðriðnum í morgun stevndi Akraberg fullfevndur á Fuglafjørð, har veiðan skal landast.
Akraberg hevur verið til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Talan hevur verið um ein túr, sum vardi í 33 dagar, og við heim hevur Akraberg 900 tons av avhøvdaðum og rundfrystum fiski, har meginparturin av veiðuni er toskur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald