Innanlands

Akraberg kom á Fuglafjørð í gjár

Akraberg kom í gjár á Fuglafjørð við 465 tonsum

Akraberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Akraberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-18 21:37 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Veiðan sum er 465 tons av rundfrystum, verður landað í Fuglafirði, og síðani verður farið í jólafríð.

Akraberg fór úr Føroyum tann 13. november, og skipið hevur fiskað bæði í norskum og russiskum sjógvi hendan túrin.

Manningin taldi 24 mans, og skipari var Thorfinn Johannesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder