Innanlands

Ågot brúkiligan túr

Prísurin er góður og so vóru vit bara 10 mans, so úrtøkan hjá manningini er brúkilig kortini, sigur skiparin Hjaltur Poulsen

2018-10-07 10:25 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í gjár kom frystilínuskipið Ågot aftur á Klaksvík. Teir hava roynt á Íslandsrygginum í góðar fýra vikur og hava 75 tons av frystum og avhøvdaðum toski, svartkalva, blálongu og øðrum fiski.

- Hetta er ein brúkiligur túrur, hóast ynskiligt var at nøgdin varð størri. Prísurin er góður og so vóru vit bara 10 mans, so úrtøkan hjá manningini er brúkilig kortini, sigur skiparin Hjaltur Poulsen.

Ågot skal landa í komandi viku og so skal okkurt smávegis gerast áðrenn farið verður avstað aftur 15. oktober.

Umborð á Ågot eru teir takksamir fyri geyman við mongu videoupptøkunum av sangi og andaktum, sum teir fingu frá Sjómansmissiónini.

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder