Innanlands

Ætlanin um nýggjan Trónd í Gøtu ikki slept

Varðin hevur ikki slept ætlanini um at byggja eitt nýtt uppsjóvarskip fyri Trónd í Gøtu, sum reiðaríið seldi av landinum í fjør. Verkætlanin er útsett, sigur reiðarin

Núverandi Tróndur í Gøtu er gamli Finnur Fríði og skifti navn tá ið Tróndur í Gøtu bleiv seldur til Noregs í fjør (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Núverandi Tróndur í Gøtu er gamli Finnur Fríði og skifti navn tá ið Tróndur í Gøtu bleiv seldur til Noregs í fjør (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-11-19 18:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í mai í fjør, at Varðin seldi Trónd í Gøtu til Noregs, og ætlanin var at fara í gongd við at fyrireika eitt nýtt uppsjóvarskip, sum skuldi avloysa skipið, men enn er Varðin ikki komið so langt við verkætlanini.

- Ætanin at byggja nýtt uppsjóvarskip fyri Trónd í Gøtu er ikki slept, men heldur útsett eitt sindur, sigur Bogi Jacobsen, reiðari og stjóri í Varðin-samtakinum.

Hann sigur víðari, at síðan teir seldu Trónd í Gøtu í fjør, so hevur felagið gjørt nakrar broytingar í virkseminum.

[object Object]Tróndur í Gøtu, sum Varðin fekk handað í 2012, varð seldur av landinum í fjør (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Eitt nú hevur Varðin yvirtikið Stelk og Heyk, sum hoyrdu til Faroe Origin, sum Varðin eigur helvtina av, og so hevur Varðin eisini undirskrivað avtalu um tveir frystitrolarar til heimaflotan, sum skulu koma í føroyska flotan í komandi ár.

Sjúrður Tollaksson verður bygdur á Karstensens Skibsværft í Skagen, og Dunga Jákup verður bygdur hjá Mest á Skála.

[object Object]Varðin letur í løtuni frystitrolaran Sjúrð Tollaksson byggja á Karsensens skipasmiðjuni í Skagen (Savnsmynd: Pol M Joensen)

- Umframt hesar verkætlaninar, so eru vit eisini í gongd við at vita hvussu Finnur Fríði roynist, og higartil kunnu vit bara lata væl at uppsjóvarskipinum, sum vit yvirtóku í august í 2023, sigur reiðarin.

Bogi Jacobsen, reiðari, sigur eisini, at Varðin eisini hugsar um at kvoturnar eftir makreli og svartkjafti lækka óvanliga nógv í komandi ár.

Vit spurdu reiðaran, um man eisini kannar møguleikan at byggja ein nýggjan Trónd í Gøtu, sum kemur at líkjast Gøtunes, men Bogi sigur at so langt er man ikki komin enn.

- Finnur Fríði er bygdur í Skagen og Gøtunes í Noregi, tó hava vit ikki bygt Gøtunes, men vit hava havt eitt sera gott samstarv við Karstensens Skibsværft, sum bygdi Finn Fríða, og sum nú eisini byggir annan frystitrolaran hjá okkum, Sjúrður Tollaksson.

[object Object]Varðin fekk í august 2023 nýggja Finn Fríða handaðan frá Karstensens skipasmiðjuni í Skagen (Savnsmynd: EMS Photo)

Bogi Jacobsen sigur at enda, at tá ið man skal í gongd við eina so stóra verkætlan at byggja eitt nýtt uppsjóvarskip í dag, so eru tað sera nógv sum spælir inn, soleiðis at skipið verður skræddaraseymað til tørvin hjá virksemið hjá Varðanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder