Innanlands

89 milliónir lupu av hjá Bakkafrost í fjórða ársfjórðingi

Fyri alt árið 2020 var úrslitið hjá samtakinum eftir skatt 462,8 milliónir krónur í mun til 801,9 milliónir í 2019

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-23 06:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fjórða ársfjórðing 2020 var 88,5 milliónir krónur. Samlaða tøkan var 25.300 tons í kruvdari vekt, harav 16.000 tons vórðu tikin í Føroyum og 9.300 tons í Skotlandi.

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 142,6 milliónir krónur. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 54,1 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri var 48,1 milliónir krónur.

Úrslitið eftir skatt fyri fjórða ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var eitt hall á 37,7 milliónir krónur í mun til eitt úrslit á 219,5 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var úrslitið hjá samtakinum eftir skatt 462,8 milliónir krónur í mun til 801,9 milliónir árið fyri.

Varðveittu høgt virksemi hóast koronakreppu
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

- Hesin ársfjórðingurin hevur verið avbjóðandi, eins og ársfjórðingurin frammanundan. Neiliga gongdin á laksamarknaðinum helt á í fjórða ársfjórðingi og korona-farsóttin gjørdi tað truplari hjá kundum okkara, serliga teimum, ið eru í hotel- og matstovuvinnuni. Eisini er flutningurin av laksinum vorðin truplari og meira kostnaðarmikil.

- Tíbetur hava vit eitt stórt og nýmótans liðugvøruvirki á Glyvrum, sum framleiðir hágóðskuvørur til matvøruhandlar kring heimin. Meðan tørvurin á feskum laksi er minkaður munandi undir korona-farsóttini, er tørvurin á lidnum laksavørum til matvøruhandlar vaksin nógv. Soleiðis hava vit kunnað varðveitt eitt høgt virksemi í hesum ársfjórðinginum, hóast truplu markaðarstøðuna.

Alintin gongur betur enn væntað
- Alingin í Føroyum hevur hilnast væl í hesum ársfjórðinginum og vit síggja eisini, at alingin av stórum smoltum gongur betur enn væntað. Vit hava gjørt stórar íløgur seinnu árini fyri at minka um lívfrøðiliga váðan og at tryggja burðardyggan vøkstur. Vit fara komandi tíðina av álvara at síggja ágóðan av stóru íløgunum.

- Alingin í Skotlandi hevur verið avbjóðandi í hesum ársfjórðinginum, eins og undanfarna. Søguliga sæð hava seinnu árshálvurnar verið meira avbjóðandi í skotsku alingini, men vit vænta, at vit fara at megna at broyta hettar mynstrið. Vit hava lært nógv, síðani vit yvirtóku felagið fyri góðum ári síðani, og eisini framt nógvar betranir. Tá ið vit eru komin á mál við ætlaðu íløgunum í Skotlandi og hava fingið størri smolt, eins og í Føroyum, vænta vit munandi betur úrslit í Skotlandi. Hesar ætlanir fara vit at greiða nærri frá á íleggjaradøgunum tann 14-15. september í ár.

- Samanumtikið er selda nøgdin á alheims laksamarknaðinum vaksin munandi í fjórða ársfjórðingi,  serliga í Evropa og USA. Hendan gongdin er eitt tekin um, at marknaðurin kann vera víðkaður og soleiðis kann koma sterkari aftur, tá ið korona-farsóttin er farin afturum. Í nógvum av londunum í okkara kjarnumarknaðum er koppsetingin komin væl áleiðis og vit vænta, at laksamarknaðurin fer at menna seg munandi í 2021, sigur Regin Jacobsen stjóri í Bakkafrost í sambandi við at felagið nú hevur kunngjørt úrslitið fyri seinasta ársfjórðingin av 2020. 

placeholder
placeholder