2025-08-20 11:12
Uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu og Ango hava landað makrel á Tvøroyri.
Ango landaði fyrst, og landaði skipið 400 tons av makreli til Varðan Pelagic.
Ango hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi.
Tá ið liðugt var at landa, fór skipið á Hulk at leggja seg.
Tróndur í Gøtu hevur í nátt landað 150 tons av makreli, sum skipið hevur fiskað norðanfyri í altjóða sjógvi.
Tróndur í Gøtu er í nátt farin aftur til fiskiskap eftir makreli.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/09/03/890x590/1725395214i3qth9evqg.webp)
Ango - Savnsmynd: Kiran Jóanesarson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald