Innanlands

12 føroysk skip fiska makrel í norskum sjógvi

Føroysku skipini hava flutt seg yvir í norskan sjógv at fiska makrel

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-15 17:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri skip royndu fyrr í vikuni eftir makreli í føroyskum sjógvi, men nú eru tey farin í norskan sjógv. Í morgun vóru 12 føroysk skip í norskum sjógvi og fiskaðu makrel.

Føroyska kvotan er 160.000 tons. Higartil hava føroysku skipini fiskað út við 80.000 tons.

Í summar gjørdu Føroyar og Noreg sínámillum makrelavtalu um atgongd, so føroysku skip kundu fiska í norskum sjógvi, og norsk skip kundu fiska í føroyskum sjógvi.

Makrelur, sum verður fiskaður í norskum sjógvi, skal bjóðast út umvegis norska Sildelaget.

Síðani í morgun hava Gøtunes og Borgarin sett kós móti Føroyum.

placeholder
placeholder