
Bretska stjórnin kunngjørdi í gjár, at galdandi ES-kvotur fyribils verða galdandi fyri bretska fiskiflotan. Hetta fyri at tryggja, at fiskiskapurin kann halda fram til ein fiskivinnuavtala er funnin í samráðingunum við ES, Noreg og Føroyar.
Stjórnin fer í samráð við bretsku fiskivinnuumsitingina, The Devolved Administrations and Marine Management Organisation, at tryggja, at fiskað verður í samljóð við handils- og samstarvsavtaluna, sum Bretland júst hevur gjørt við ES-felagsskapin, og í samsvari við tilráðingarnar frá altjóða ráðgevingarstovninum fyri fiskivinnu, Ices.
Fiskivinnusamráðingarnar fara í gongd nú, Bretland og ES eru komin ásamt um eina handils- og samstarvsavtalu. Her framgongur, at Bretland so líðandi fær ein størri part í sín lut av kvotunum í bretskum sjógvi. Í løtuni er bretski parturin í egnum sjógvi beint oman fyri helmingin av samlaðu kvotunum. Komandi árini skal hesin partur hækkast til tveir triðingar av kvotunum.
Í avtaluni millum Bretland og ES hava bretsk skip í løtuni loyvi at fiska í ES-sjógvi og ES-skip loyvi at fiska í bretskum øki. Men frá í dag at rokna skulu tey einstaku skipini tó hava serstakt loyvi til tess. Í næstum verður farið í gongd við hesi loyvisskipan, skrivar nýsælandski miðilin, miragenews.com
Bretsk skip hava í løtuni ikki loyvi til at fiska í norskum og føroyskum sjógvi, og norsk og føroysk skip heldur ikki í bretskum sjógvi fyrr enn ein avtala er gjørd.
Bretski fiskivinnuráðkvinnan, Victoria Prentis, sigur soleiðis í sambandi við at Bretland nú aftur fær ræði av egnum sjóøki:
- Fyri fyrstu ferð í 40 ár fara vit nú undir fiskivinnusamráðingar sum sjálvstøðug strandartjóð. Sum óheft ábyrgdarfult strandarland fara vit at tryggja eina burðardygga fiskiveiðu, og tryggja okkara fiskimonnum framhaldandi ótarnaðan fiskiskap meðan samráðingarnar fara fram.