Innanlands

- Eg hugnaði mær, men tey vaksnu grótu

Tað sigur 53 ára gamli kokkurin á frystitrolaranum, Tasermiut, Peter Mathissen

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-09-22 08:50 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eg var bara sjey ár og helt, tað var spennandi at fara við práminum umborð á stóra reyða ferðamannaskipið, Disko; tí skilti eg ikki, hví tey vaksnu grótu.

Tað sigur 53 ára gamli kokkurin á frystitrolaranum, Tasermiut, Peter Mathissen.
Hann var ein av teimum mongu grønlendingum, sum í 1972 varð fluttur frá minubýnum Qullissat á Diskooynni í Vesturgrønlandi.

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Í 1924 byrjaði danski staturin at gera býin, sum var tætt við eina kolaminu. Kolaarbeiðið gav nógv arbeiði, og fólk fluttu til býin. Við árunum vaks býurin, til hann til síðst var triðistørsti býur í Grønlandi við uml. 1100 fólkum. Hann var samstundis ein av mest framkomnu býum í Grønlandi við ravmagni, telefonsambandi, skúla, sjúkrahúsi,... og kirkju.

So gjørdi staturin av at niðurleggja minuarbeiðið og at flyta fólkini burtur úr býnum. Fráflytingin byrjaði í 1968 og nøkur ár fram, tá tey sjálvbodnu fóru. Í 1972 vóru tey síðstu flutt - móti sínum vilja.

- Vit børn skiltu ikki álvaran í tí, sum hendi, men vóru bara spent. Tey sum høvdu búð har í áratíggju og elskaðu sítt heim, býin og oynna, grótu og fluttu móti sínum vilja. 

Familjan hjá mær flutti til Illulisat, meðan onnur fóru til aðrar býir, ofta har, sum tey høvdu familju, sigur Peter.

- Eg havi havt eitt gott lív, eri útbúgvin kokkur og dámi væl at sigla. Nú sigli eg við Tasermiut. Vit hava verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. Vit landaðu 500 tons av frystum makreli í Íslandi og eru nú á Fuglafirði, tí teir á Vónini skulu gera okkurt við trolið. Vit fara aftur á makrelveiðu skjótast gjørligt, sigur Peter.

Umborð á Tasermiut vóru teir blíðir við sjómanstrúboðarin, sum millum annað gav teimum lesnað og ynskti teimum Guds signing og varðveitslu.

24 mans eru við trolaranum, og teir eru grønlendingar, íslendingar og føroyingar.

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder