Innanlands

Video: Her kemur Akraberg stevnandi

Christian í Grótinum og Akraberg heilsaðust seinnapartin norðanfyri Føroyar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-08-18 22:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við fullari ferð stevndi nýggjasta skipið í flotanum framvið næstnýggjasta skipinum í flotanum. Tað hendi seinnapartin norðanfyri Føroyar, tá Akraberg var á veg frá fiskiskapi til móttøku í Fuglafirði.

Christian í Grótinum var á veg til fiskiskap aftur. Teir hava júst landað 1500 tons av makreli til Pelagos.

Sí stórbæru videoupptøkuna omanfyri, sum vit hava fingið sendandi frá Boga Rasmussen, skipara á Christiani í Grótinum.

Soleiðis sá út á Akrabergi. Upptøka: Tórik Ábraham Rouah

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder