Innanlands

Video: Christian í Grótinum heilsaði Akrabergi

Akraberg verður á Fuglafirði seinnapartin og fyri einum tíma síðani ella so hittust tey bæði nýggjastu skipini í føroyska flotanum norðanfyri Føroyar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-08-18 16:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein stór løta hjá manningini á Akrabergi seinnapartin. Fyri einum tíma síðani hittust Akraberg og Christian í Grótinum norðanfyri Føroyar.

Hetta eru bæði tey nýggjastu skipini í føroyska flotanum, og eru bæði handaði reiðaríunum fyrr í ár.

Akraberg varð handaður og doyptur í Brattvåg í Noreg um mánaðarskiftið juni/juli, og fór beinleiðis til fiskiskap. Nú skipið kemur til Føroya á fyrsta sinni verður skipað fyri móttøku í Fuglafirði.

Hetta skuldi vera klokkan 16, men Akraberg er nakað seinkaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder