2025-02-18 22:56

Uppsjóvarskipið Vestmenningur er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Vestmenningur hevur roynt eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan, 1.100 tons, skal landast til Havsbrún í morgin.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald