Innanlands

Varðin og Gullak Madsen íleggjarar hjá Navigare

Navigare hevur fingið Árna Rasmussen, Varðan og Gullak Madsen uppí, nú reiðaríið skal gera stórar íløgur í nýggj skip

Partur av flotanum hjá Varðanum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Partur av flotanum hjá Varðanum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-04-12 19:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Navigare Shipping í Søldarfirði kunngjørdi í dag, at reiðaríið fer at byggja fýra nýggj farmaskip.

Les eisini: Navigare byggir fýra nýggj skip

Í hesum sambandi er avgjørt at styrkja felagið við nýggjum eigarum. P/F Roydin, sum er íløgufelag hjá Tryggingarfelagnum Lív hevur selt sín part, og nýggjur eigari er RMV Holding.

Kringvarpið veit at siga, at talan er um pengasterkir eigarar, tí í RMV Holding eru reiðaríið Varðin í Gøtu, fyrrverandi reiðarin Gullak Madsen, og Árni Rasmussen, sum í nógv ár var stjóri í íløgufelagnum Tjaldur.

Sp/f Navigare, við beiggjunum Álvur, Jan, Anfinn og Bárður Højgaard, og Framtak eru framhaldandi partaeigarar í Navigare Shipping.

Eftir ætlan skal fyrsta skipið verða klárt at fara í vinnu síðst í 2025, og verða hini trý skipini leverað í 2026 og 2027.

[object Object]Gullak Madsen keypti seg herfyri inn í Banknordik fyri hálva milliard (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder