Innanlands

Vanligur dagur í Ánunum

Nógv umrøddi russiski trolarin Melkart-2 legði seinnapartin at bryggju

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-15 15:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um trý tíðina seinnapartin legði russiski trolarin Melkart-2 at bryggju í Ánunum.

Trolarin er nógv umrøddur seinastu dagarnar, tí tað er bannað í ES og í Noreg. Danska sjóverjan hevur fylt trolaranum á veg inn til Føroya.

Hóast nógva umrøðu, var ikki nakað óvanligt í Ánunum, tá Melkart-2 legði at. At síggja til bara ein vanligur dagur har á bryggjuni, greiddi Hansa Hansen, journalistur, frá í útvarpstíðindunum klokan 15.

Skipið skal nú bunkra, proviantera og gera klárt til fiskiskap við Føroyar.

Í løtuni er eingin heimild at nokta skipum í sambandi við fiskiskap, at koma inn eftir provianti ella øðrum, sum hevur samband við teirra fiskiskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder