Innanlands

Útflutningurin til Russlands minkaði nógv í mars

Ongin alifiskur varð sendur til Russlands í mars, men nakað av uppsjóvarfiski, vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni

2022-05-05 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 2,4 milliardir krónur í 12-mánaðarskeiðinum frá apríl 2021 til mars 2022 samanborið við undanfarna skeið. Tað er met.

Útflutningurin til Russlands minkaði í mars, men hinvegin hevur útflutningurin til Evropa ongantíð verið hægri ein ávísan mánað, skrivar Hagstovan.

Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at meira varð útflutt av øllum týðandi fiskasløgum.

Útflutningur av laksi vaks við slakari hálvaaðru milliard krónum. Tað svarar til ein vøkstur á 45 prosent. Nøgdin er hækkað nærum 19.000 tons ella sløk 30 prosent hetta tíðarskeiðið.

Næststørsti vøkstur er makrelur. Útflutningurin av makreli vaks 451 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 65 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av makreli 60 prosent.

Útflutningurin av toski vaks 248 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 32 prosent. Nøgdin vaks 15 prosent.

Minkaði til Russlands – vaks til Evropa

Útflutningurin til Russlands minkaði í mars mánaði. Útflutningurin í mars var 74 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin 217 milliónir krónur.

Hinvegin vaks útflutningurin til Evropa (uttan Russland) munandi. Útflutningurin til Evropa hevur ongantíð verið hægri ein einstakan mánað. Útflutningurin til Evropa var 740 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin til Evropa 445 milliónir krónur.

Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa.


Útflutningurin til Russlands hevur seinastu árini verið nøkulunda javnt býttur millum alifisk og uppsjóvarfisk, men í mars var eingin útflutningur av alifiski til Russlands.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp, men er minkaður nógv samanborið við marsmánaðirnar seinastu árini. Í mars var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 17 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin 46 milliónir krónur.

Sum sæst á myndini niðanfyri sveiggjar útflutningurin av uppisjóvarfiski væl meira enn útflutningurin av alifiski og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 


Útflutningurin av øðrum fiski, sum m.a. fevnir um ídnaðarfisk, herundir lodnu, var 36,5 milliónir krónur í mars. Í mars í fjør var útflutningurin av øðrum fiski 80,9 milliónir krónur. Í mars í 2020 var útflutningurin av øðrum fiski 0,3 milliónir krónur.

Vørubólkurin "aðrar vørur" fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í mars var útflutt fyri 20,4 milliónir krónur av øðrum vørum. Í fjør var útflutningurin av øðrum vørum 28,1 milliónir krónur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder