Hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri er nógv sild komin um kaikantin um vikuskiftið.
Finnur Fríði hevur júst landað 400 tons av sild, og aftaná skuldi Tummas T landa.
Tummas T hevur 350 tons, og varð liðugur at landa á døgurða.
Aftaná Tummas T kom Fagraberg á Tvøroyri við 470 tonsum av sild, sum skuldi landast til Varðan Pelagic.
Tróndur í Gøtu er ávegis á Tvøroyri, har skipið skal landa 350 tons av sild til Varðan Pelagic, og skal Tróndur í Gøtu landa aftaná Fagraberg.
Fiskiskapurin eftir sild hevur verið smáligur seinastu tíðina, og skipini hava roynt í altjóða sjógvi.
Tróndur í Gøtu ávegis á Tvøroyri fyrr í dag (Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald