Innanlands

Unga norðhavssildin komin vestureftir

Sær út til at sterki 2016-árgangurin er komin fyri seg 

2021-05-12 21:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týsdagin kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningum norðanfyri. Nakað væl meira var skrásett av bæði sild og svartkjafti í føroyska kanningarøkinum enn seinastu árini. 

Eitt gott tekn fyri sildastovnin var, at nú var onnur hvør sild í føroyska kanningarøkinum fimm ára gomul, og tað vil siga, at sterki árgangurin frá 2016 nú er vorðin partur av vaksna stovninum, sum kemur vestureftir at leita sær føði um várið.

Eisini var nógvur ársgamal svartkjaftur í prøvunum – enn er tó ov tíðliga at meta um, hvussu sterkur tann árgangurin er.

Mesta sildin stóð norðarlaga í kanningarøkinum, meðan lítið og onki var at síggja suður móti føroyska landgrunnin og á Íslandsrygginum. Svartkjaftur, hinvegin, var fingin upp at føroyska landgrunninum, á og móti Íslandsrygginum og nakað eisini eystast í kanningarøkinum.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi. Hini skipini eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.

Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum, verður roknað á fundi um hálvan juni. 

Kelda: hav.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder