2024-07-13 09:41
Tyrlan varð í nátt boðsend eftir einum manni, sum hevði fingið skaða umborð á partrolara.
Talan var um ein av manningini, sum hevði fingið ein weir í høvdi, og bløddi somikið illa, at maðurin mátti undir læknahond.
Maðurin var ikki í lívsvanda og hevur tað gott eftir umstøðunum, skrivar MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald