2025-06-14 13:43

Frystilínuskipini Kambur, Stapin og Jógvan I hava øll landað veiðuna hjá sær í Kollafirði.
Kambur er komin inn við 205 tonsum, Stapin er komin við 160 tonsum, og Jógvan I er komin inn við 270 tonsum.
Kambur og Stapin hava bæði fiskað undir Føroyum, meðan Jógvan I hevur fiskað á 190 tons á Flemish Kap og restina undir Føroyum.
Tað mesta, sum Kambur hevði í lastini var longa, meðan hjá Stapanum var tað brosma.
Hjá Jógvan I var n´ógv tað mesta av veiðuni toskur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald