2025-02-21 07:58

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu er ávegis á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Tróndur í Gøtu hevur verið á svartkjaftaviðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, men fiskiskapurin heuvr verið smáligur.
Seinastu dagarnar hevur veðrið ikki verið nakað serligt, og tað hevur darvað fiskiskapin.
Tróndur í Gøtu verður á Fuglafirði í kvøld, har skipið skal landa til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald