Innanlands

Toskurin á Føroyabanka komin fyri seg aftur

- Nú ræður um at vísa, at vit klára at umsita serliga toskastovnin á ein burðardyggan hátt, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur

Bankatoskurin, sum Jákup Sverri er komin inn við, verður hagreiddur á Barðinum á Vestaru bryggju í Havn (Mynd: Johan Mortensen)

Bankatoskurin, sum Jákup Sverri er komin inn við, verður hagreiddur á Barðinum á Vestaru bryggju í Havn (Mynd: Johan Mortensen)

2023-03-24 09:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur verið á síni hálvárligu yvirlitstroling úti á Føroyabanka, og úrslitið av túrinum er, at Havstovan nú torir at boða frá, at toskurin á bankanum er komin fyri seg aftur.

Í samrøðu við Dag og Viku í gjárkvøldið, greiddi Petur Steingrund, fiskifrøðingur og serfrøðingur í toskastovninum, at tað var “væl at fáa av stórum og góðum toski” umframt hýsu. Veiðan var so mikið góð, at hon líktist fiskiskapinum, tá stovnurin hevði tað best í árunum 1996 til 2003, segði fiskifrøðingurin.

Í 2008 varð mett, at toskastovnurin á Føroyabanka var so mikið illa fyri, at bann varð sett fyri allari veiðu. Bankin var friðaður líka fram til 2021, tá bátar aftur fingu loyvi at veiða bankatosk í minni nøgdum.

Tað gekk seint fyri at síggja effektina av friðingini. Ikki fyrr enn í 2016-2017 sást, at hýsan var komin fyri seg aftur. Og ikki fyrr enn í 2020 og 2021 sást, at toskastovnurin hevði tað betri.

Fiskirannsóknarstovan mælir framvegis til avmarkaðan fiskiskap á bankanum. Tilmælið fyri í ár er at geva línu- og útróðrarbátum loyvi at fiska í 200 dagar.

[object Object]
Petur Steingrund, fiskifrøðingur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hóast úrslitið í ár bendir á, at stovnurin er komin fyri seg aftur, so mælir Petur Steingrund um framhaldandi at vísa varðsemi.

- Tað ræður um at ansa væl eftir Føroyabanka. Latið okkum nú visa, at vit kunnu umsita eitt øki væl. Vit síggja her úrslitið av eini langari friðing. Nú ræður um at halda fast, og vísa at vit klára at umsita Føroyabanka burðardygt, segði Petur Steingrund við Dag og Viku.

Hetta vikuskiftið er møguleiki at smakka serstakliga góða toskin, ið er at fáa á Føroyabanka. Matstovan Áarstova skipar fyri serligum bankadøgum hetta vikuskiftið.

Sí innslagið í Degi og Viku her 

[object Object]
(Mynd: Johan Mortensen)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder