Innanlands

Togaðu august til havs

Ein deyður augustur var í morgun sæddur í Hestfirði

(Mynd: Elias Zachariassen)

(Mynd: Elias Zachariassen)

2021-08-31 16:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var fyrrapartin, at fólk sóu ein deyðan august fara rekandi í Hestfirði.

Eitt langt slør av lýsi kom frá hvalinum og fór við rákinum.

Brimil kom seinnapartin á staðið, og hevur nú sleipað hvalin 20 fjórðingar frá landi. Hann skuldi tí nú ikki longur verið til ampa fyri nógvu smábátarnar, sum í hesum døgum eru eftir náta.

Myndirnar niðanfyri hevur Elias Zachariassen tikið á Brimli.

placeholder
placeholder