2023-11-06 22:57
Grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq kom í kvøld á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft til Havsbrún.
Tasiilaq hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og skal landa veiðuna - 2.200 tons, til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Fá skip eru í løtuni á svartkjaftaveiðu. Av teimum føroysku skipunum eru tað einans Norðingur og Arctic Voyager, sum eru á svartkjaftafeltinum eystanfyri í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald