Innanlands

Tasiilaq og Høgaberg hava landað lodnu í Fuglafirði

Tasiilaq hevði 800 tons, og Høgaberg hevði 950 tons av lodnu

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2021-02-22 07:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Tasiilaq úr Grónæandi, og Høgaberg úr Fuglafirði, hava landað lodnu um vikuskiftið.

Tasiilaq var fyrst at landað, og var talan um 800 tons av lodnu, sum er fiskað í íslendskum sjógvi.

Teir landaðu veiðuna til Pelagos, og fingu 11 til 12 krónur fyri kilo, avgerandi fyri virðið var rogn prosentið í lodnuni.

Aftaná Tasiilaq byrjaði høgaberg at landa. Teir høvdu 950 tons av lodnu, sum teir somuleiðis hava fiskað í íslendskum sjógvi.

Hvat Høgaberg fekk fyri sína lodnulast vita vit ikki.[object Object]Høgaberg (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

placeholder
placeholder