Innanlands

Tasiilaq landað lodnu í Fuglafirði

Tasiilaq hevur landað 200 tons av lodnu til Pelagos í Fuglafirði

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-02-14 17:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendska uppsjóvarskipið Tasiilaq kom í gjár á Fuglafjørð, har teir skulu landa.

Tá ið teir komu á Fuglafjørð, landaði norska uppsjóvarskipið Malene S, og tí mátti Tasiilaq bíða eftir landingartørni.

Teir sluppu framat seint í gjár.

Tasiilaq hevur fiskað lodnu í íslendskum sjógvi, har fleiri føroyskm íslendsk og norsk skip eisini fiska lodnu í løtuni.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder