Stórur meiriluti er á løgtingi fyri at geva útróðrarbátunum í bólki 5B 750 dagar at fiska í afturat í ár.
Løgtingið hevur í dag havt aðru viðgerð av málinum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni um 'serstakar fiskidagar til bólk 5B’. Og tað varð samtykt við 22 atkvøðum fyri og 7 ímóti. Málið skal hava eina viðgerð afturat.
Tað var bert ein limur í løgtingsins vinnunevnd, Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi, sum ikki tók undir við at samtykkja málið. Hann mælti til at senda málið aftur í nevnd, men hetta uppskotið fall við somu atkvøðum, 7 fyri og 22 ímóti.
Tey, ið bóru málið ígjøgnum vóru Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og annar av miðflokkalimunum, Steffan Klein Poulsen. Ímóti atkvøddu Tjóðveldi og Framsókn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald