Innanlands

Størstu hálini vóru í norskum sjógvi

Jákup Sverri er júst afturkomin av ársins makreltúri

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-24 12:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sunnumorgunin kom havrannsóknarskipið Jákup Sverri aftur av ársins makreltúri.

Kanningin er partur av felagskanning saman við Danmark, Íslandi og Noregi. Tá hini skipini eru liðug við kanningarnar, verða úrslitini savnað í eini størri frágreiðing, sum verður klár síðst í august.

[object Object]

Jákup Sverri kannaði føroyskt øki, altjóða øki, og nakað inn í norskt og íslendskt øki.

Makrelur var at fáa í mestsum øllum kanningarøkinum hjá Jákup Sverra, men nøgdirnar vóru smáar í flestøllum hálunum. Í miðal vórðu 340 kilo av makreli fingin pr. trolstøð, og størstu hálini vóru í norskum sjógvi.

Hvat aldursbýti viðvíkur, var mest fingið av 5 og 6 ára gomlum makreli. Stórur og gamal makrelur var fyri tað mesta at fáa norðast og vestast í kanningarøkinum.

Sild var at síggja í smáum nøgdum mestsum allastaðni norðan fyri Føroyar. Framvegis er nógv til av 2016-árganginum, men hugaligt er at síggja, at 2021-árgangurin, ið tykist vera stórur, er við at koma inn í stovnin, skrivar Havstovan.

Svartkjaftur var mestsum allastaðni, tó sást minst til hann í kalda sjónum í útnyrðingspartinum av kanningarøkinum. Umframt nógvan 4 ára gamlan svartkjaft, so var eisini nógv av svartkjafti, sum var gýttur í vár. Svartkjafturin vestan fyri Føroyar og á Íslandsrygginum var fyri tað mesta 0-2 ára gamal, meðan størri svartkjaftur var at síggja norðanfyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder