Innanlands

Stelkur og Bakur máttu bróta túrin av

Stelkur og Bakur fingu tekniskar trupulleikar á túrinum, og máttu sigla inn

Stelkur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Stelkur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-07-18 07:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir vóru til fiskiskap eystanfyri, tá ið bæði skipini fingu tekniskar trupulleikar.

Partrolararnir Stelkur og Bakur vóru júst farnir til fiskiskap, eftir at skipini hava verið á Mest í Havn, men máttu bróta túrin av eftir at bæði skipini fingu tekninskar trupulleikar, sum tó einki hava við Mest at gera.

Bakur fekk tekniskar trupulleikar í lastini, og Stelkur fekk tekniskar trupulleikar við trolspælinum.

Avgjørt var tí at sigla á Runavík í gjárkvøldið, har trupulleikarnir skuldu umvælast.

Stelkur og Bakur fóru aftur til fiskiskap í nátt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder