2025-07-23 10:35

Partrolararnir Stelkur og Bakur komu á Runavík í morgun, har parið skal landa.
Stelkur og Bakur hava verið til fiskiskap eystanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.
Teir hava umleið 350.000 pund við til lands, og landa veiðuna til Faroe Origin.
Nógv tað mesta av veiðuni er upsi.
Tá ið liðugt er at landa fer parið aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald