Innanlands

Spentur til toskafiskiskapin

Grønlendski trolarin Kiliutaq hevur ligið á Havnini seinastu dagarnar. Skipið hevur verið í dokk í Skagen og fingið toskalinju setta í

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2025-07-02 20:36 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í nakrar dagar hevur grønlandski trolarin Kiliutaq ligið á Havnini. Trolarin kom úr Skagen, har hann hevur verið í dokk og fingið toskalinju ísetta. Á Havnini verður okkurt smávegis viðlíkahald gjørt, fiskiútgerðin tikin umborð aftur og so verður kósin sett móti Grønlandi.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og har hitti hann millum aðrar, Naaluk Didriksen. Hann hevur siglt við har í trý ár og tvey tey síðstu sum formaður á verksmiðjuni.

Tá hann varð spurdur hvørjar broytingar vóru gjørdar á verksmiðjuni svaraði hann:

- Vit hava fingið eina toskalinju ísetta, tí vit skulu fiska tosk síðst í árinum ella í komandi árið.

- Skulu tit so fiska tosk burturav?

- Nei. Vit hava framvegis rækjuverksmiðjuna umborð. Broytingin er tann, at rækjulinjan, sum vit kalla  “Japanlinjan” er farin í land og toskalinjan er komin ístaðin. So hava vit fingið kryvjimaskinu, avhøvdara, støddarskiljara, seks frystarar og pakkiútgerð til 20 og 40 kilo eskir umborð, sigur Naaluk.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Hvussu nógv kunnu tit hagreiða um samdøgrið?

- Vit meta at kunna hagreiða og frysta umleið 50 tons av rækjum um samdøgrið, og nakað tað sama tá vit fiska tosk, sigur hann.

- Eg eri spentur til toskafiskiskapin, tí tað havi eg ikki roynt fyrr. Rækjufiskiskapurin er tíverri minkaður síðstu tíðina, meðan toskafiskiskapurin hevur gingist væl. Nú fáa vit at síggja, hvussu gongdin verður, men nú er skipið væl útgjørt, sigur Naaluk spentur.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu!


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder