Innanlands

Skipini hava góðan svartkjaftafiskiskap

Høgaberg landar 1900 tons í Fuglafirði, og Norðingur hevur eisini júst landað

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-04-27 06:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg byrjaði í gjár at landa til Havsbrún.

Høgaberg hevur umleið 2000 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Beint áðrenn Høgaberg, landaði Norðingur 1900 tons.

Føroysk skip kunnu nú landa svartkjaft uttanlands, og tað hava fleiri eisini gjørt.

Finnur Fríði hevur landað 2300 tons av svartkjafti í Skagen, har Fagraberg landaði síðst í síðstu viku. Fagraberg hevði 2700 tons av svartkjaft.

Arctic Voyager hevur landað 1900 tons í Thyborøn, og Tróndur í Gøtu hevur landað 2400 tons.

Øll skipini hava fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. 

placeholder
placeholder