Innanlands

Skipini farin aftur til fiskiskap

Trý uppsjóvarskip, tvey garnaskip og onkur útróðarabátur eru farin aftur til fiskiskap

Mynd: fishfatcs.fo

Mynd: fishfatcs.fo

2023-12-29 20:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu tíðina hava flestufiskiskipini ligið við bryggju, og bíða eftir at fiskiskapurin tekur seg uppaftur.

Fleiri av uppsjóvarskipunum eru í dokk á Skála ella í Havn, har ymsikt viðlíkahald verður gjørt við skipini.

Summi liggja við bryggju, og bíða til fiskiskapurin um ársskiftið av álvara tekur seg uppaftur.

Trý uppsjóvarskip, Jupiter, Borgarin og norðingur, hava longu loyst og eru farin á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Garnaskipini thor og túgvusteinur eru eisini farin til fiskiskap. Thor og Túgvusteinur fiska ávíkavist svartkalva og havtasku við grønum.

Flestu uppsjóvarskipini fara komandi dagarnar at loysa, og fara svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder