Innanlands

Skipakeyp: Framherji keypt eitt framkomið uppsjóvarskip úr Hetlandi

Í gjár komu tíðindini út um at Framherji í Fuglafirði hevur keypt hetlendska uppsjóvarskipið Serene

Serene úr Hetlandi verður nýggi Fagraberg tá ið Framherji yvirtekur skipið í 2026

Serene úr Hetlandi verður nýggi Fagraberg tá ið Framherji yvirtekur skipið í 2026

2024-12-10 09:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Reiðaríið Framherji í Fuglafirði yvirtekur í 2026 hetlendska uppsjóvarskipið Serene, sum eftir ætlan fær navnið Fagraberg, og skal avloysa núverandi uppsjóvarskip við sama navnið, sum er 25 ár.

- Vit hava keypt Serene úr Hetlandi, og skipið skal avloysa Fagraberg, segði Anfinn Olsen, reiðari, við fiskur.fo í gjár tá ið vit fingu orðið á hann.

- Núverandi eigararnir skulu byggja nýtt skip, sum teir fáa í 2026, og sama ár yvirtaka vit Serene, sum tá verður átta ár, segði hann víðari við okkum, og at hetta var besta loysnin, sum Framherji sá í løtuni.

- Vit umhugsaðu at byggja eitt nýtt skip, men tað bleiv for dýrt og ov drúgt, so tí valdu vit hesa loysnina, sum vit meta hóskar seg væl til okkum.

Her meinar Anfinn Olsen við, at Framherji hevur hugsað um at byggja eitt nýtt uppsjóvarskip, sum helst hevði verið bygt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, har Framherji í løtuni letur nýggja Høgaberg byggja, sum skal latast reiðarínum seinni í ár.

Anfinn Olsen segði í gjár at skuldi Framherji bygt eitt nýtt skip, so varð talan um eina drúgvari og dýrari loysn, og tí valdi felagið at keypa Serene, sum hóast síni 8 ár tá ið skipið verður handað Framherja, er sum eitt nýtt skip.

Hetlendsk fiskiskp fiska ikki líka nógv sum eitt nú føroysk skip, og tí eru skipini nógv minni brúkt. Til dømis kann nevnast, at hóast Serene er eitt seks ára gamlat uppsjóvarskip, so hevur motorurin einans koyrt í 5.000 tímar. Um skipið verður koyrt eftir sama leisti sum higartil, so hevur motorurin einans koyrt knappar 6.700 tímar tá ið Framherji yvirtekur skipið í 2026.

Ikki ókent at hetlendsk skip koma í føroyska flotan
Hetta er ikki fyrstu ferð at hetlendsk skip koma í føroyska flotan.

Í februar í fjør kom nýggi Jupiter í føroyska flotan, og í februar í 2017 kom Borgarin í føroyska flotan. 

Talan vóru um tvey uppsjóvarskip, sum hóskaðu seg sera væl til føroyskan fiskiskap, av tí at skipini høvdu so stóra tovorku. Jupiter hevur knappar 10.900 hk og Borgarin 10.500 hk.

Nýggi Fagraberg hevur ein MAN motor við knapt 10.000 hk.

Størri skip, men minni last
Við nýggja Fagraberg fær Framherji ikki bara eitt munandi nýggjari skip, men eisini eitt munandi størri skip.

Nýggi Fagraberg er 82 metrar langur, og heili 17,2 metrar breiður.

Samanbera vit hetta skipið við núverandi Fagraberg, so er núverandi skip somu longd, men góðar 14 metrar breitt. Og hetta kemur at merkjast hjá manningini, sum fær munandi hugaligari umstøður umborð tá ið siglt verður langar teinar.

Hóast nýggi Fagraberg er størri, so lastar gamli Fagraberg meira, tí skipið frá 2018, lastar beint undir 3.000 tons við køling, og núverandi Fagraberg lastar væl omanfyri 3.000 tons við køling.

Ynskja ikki at upplýsa keypsprísin

Vit spurdu reiðaran í gjár um hvat Framherji hevði keypt skipið fyri, men Anfinn Olsen ynskti ikki at upplýsa nakran prís, men staðfesti at báðir partar eru nøgdir við avtaluna. 

Nýggi Høgaberg, sum í løtuni verður gjørdur liðugur í Skagen, kostar yvir 300 milliónir krónur at byggja, og Anfinn Olsen segði at um Framherji skuldi byggja nýtt skip, so bleiv talan um eina dýrari verkætlan enn at keypa Serene. Við gongdini, sum hevur verið seinastu tíðina hevði eitt nýtt uppsjóvarskip helst kostað ímillum 350-400 milliónir krónur.

Tá ið tað er sagt, so er tað neyvan nøkur heilt bílig loysn at keypa Serene, sum er sum eitt nýtt skip, og tí gita vit at kostnaðurin fyri hetta skipið liggur beint undir 300 milliónir krónur, men hetta er ikki nakað vit hava fingið váttað frá reiðarínum.

Serene er bygt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, og var handað hetlendsku eigarunum í september 2018.

Serene er ikki útgjørt at fiska við nót, og merkir hetta at skipið einans fer at trola eftir uppsjóvarfiski. Nýggi Høgaberg útgjørdur at fiska við nót, og tí verður tað hetta skipið, sum fer at fiska lodnukvotuna við Ísland, tá ið hon aftur verður ásett. 

Les meira um Serene, sum Framherji yvirtekur í 2026 her.

Sí upptøku, sum er tikin umborð í 2019 her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder